Skip to content
zeno
Create a Station
Explore
Podcasts
Audiobooks
Bible
By Genre
By Location
By Language
Religious
Music
News
Download App
Opens in a new window
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Breddin
News
Faroese
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Website
Episodes
Episodes
50
29 September 2026
Breddin: Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini?
Fíggjarpolitiskt haldføri hava vit hoyrt nógv um. Hetta snýr seg um, hvussu vit tryggja, at pengarnir í landskassanum røkka nóg langt, men hvussu tryggja vit, at fólk eru haldfør? Hvussu tryggja vit, at tey trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum? Hvussu kunnu vit taka fólk og náttúruna við í roknistykkið, sum metir um haldføri? 'Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið?' spyr...
35 min
25 September 2026
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
Tað er vorðið munandi dýrari at seta matin á borðið. Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent. Hetta seinasta árið er mat- og drykkjuvørur vorðnar knapt eitt prosent dýrari, men kjøt er dýrkað nærum átta prosent. Men hví er maturin so nógv dýrari? Er tað fyrst og fremst kríggj, kreppur og príshækkingar uttanlands, sum er orsøkin? Ella er eisini okkurt...
34 min
24 September 2026
Breddin: Grønland og verjuavtalan
Týsdagin var nýggja verjuavtalan millum Grønland, Danmark og USA undirskrivað. Ein avtala, sum gevur USA víðkaðar karmar at hava hernaðarligt virksemi í Grønlandi, men sum samstundis staðfestir danska fullveldið og grønlendska sjálvsavgerðarrættin. Hvat hava londini í veruleikanum fingið burturúr avtaluni? Hevur USA fingið tað, sum USA trygdarpolitiskt vildi hava burturúr, men uttan at fáa...
56 min
22 September 2026
Breddin: Demenssjúka og trygdaravtalan um Grønland
Demensur rakar ikki bert tað einstaka menniskja, men eisini familju, vinir og nærumhvørvið. Mett verður, at umleið 1.000 føroyingar hava demenssjúku, og 4.000 eru avvarðandi. Tað eru kommunurnar, sum varða av eldra- og demensøkinum. Allar kommunur eru ikki eins væl fyri, og tí er eisini munur á tænastuni kring landið. Har er einki minstakrav. Hóast føroyska Alzheimerfelagið fylti 25 ár í gjár, á...
50 min
18 September 2026
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
Tað er undantakið, at ein samgonga tekur undir við uppskoti frá andstøðuni. Hetta er ein sjúk mentan, heldur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í løtuni er í samgongu. Í síðstu viku var hann sum partur av samgonguni við til at fella eittt uppskot hjá andstøðuni. Sjálvur helt Erhard Joensen tað vera eitt gott uppskot, men samgongan hevði gjørt av at fella tað. Hevur løgtingið...
43 min
17 September 2026
Breddin: Evnisfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum og kópaveiða
Verða inntøkurnar ikki øktar, ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur. Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum ein milliard krónur. Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini. Tað sigur Búskaparráðið nýggju...
36 min
15 September 2026
Breddin: Fíggjarligar avleiðingar av krígnum í Iran
Kríggið í Iran, sum Trump segði skuldi taka einar 4 til 5 vikur, er ikki av enn - og nú er meira enn hálvt ár farið, síðani kríggið byrjaði. Hormuzsundið hevur verið meira ella minni stongt, síðani USA og Ísrael lupu á Iran í endanum av februar. Nú er Bab al-Mandeb-sundið, millum Jemen og Djibuti, eisini stongt, og einki bendir á, at kríggið fer at enda í bræði. Hvat merkir tað fyri búskapin hjá...
35 min
11 September 2026
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
PISA-kanningin og vantandi lesiførleikarnar hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum hava sett dám tíðindaflutningin hesa vikuna. Lærarar, foreldur og granskarar harmast, og ávara um úrslitið. Laka úrslitið í Danmark hevur ført til eitt uppskot um at banna fartelefonum í skúlum. Í Svørríki er PISA-úrslitið blivið eitt av stóru evnunum í valstríðnum. Landsstýrismaðurin í Føroyum vil stinga fingurin í...
42 min
10 September 2026
Breddin: PISA-kanningin og svenska ríkisdagsvalið
Fer borgarliga stjórnin hjá Ulf Kristersson at varðveita valdið eftir svenska ríkisdagsvalið, ella sleppur Magdalena Andersson, oddakvinna í svenska javnaðarflokkinum, aftur at royna seg? Tað er tað stórur spenningur um, nú sviar skulu á val sunnudagin. Umframt valið til Ríkisdagin, sum svenska tingið kallast, er eisini val til svensku kommunustýrini og regiónsráðsráðini. Vit lodda politiska...
35 min
08 September 2026
Breddin: Fundir í ríkisfelagsskapinum og við ES
Nógv fundarvirksemi er í Nuuk í hesum døgum Í gjár var ríkisfundur, har stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Danmark hittust. Beinir Johannesen, løgmaður, hevur eisini havt fund við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, um betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur á ES-marknaðinum. Og í dag hava londini í ríkisfelagsskapinum fund í samstarvsráðnum. Við í sendingini: Bárður á...
34 min