About
67 milliónir krónur.
So stóra bót helt Heilsufrøðiliga starvsstovan í 2021, at Bakkafrost skuldi fáa fyri lógarbrot.
Men fimm ár seinni er støðan ein heilt onnur.
Fyrst vórðu partar av málinum sleptir og kravið minkað niður í eina millión krónur, og nú hevur Føroya rættur staðfest, at málið er fyrnt.
Tað merkir, at rætturin ikki hevur tikið støðu til, um Bakkafrost hevur brotið lógina.
Men hetta málið leggur eisini upp til ein størri spurning.
Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga henni ímóti?
Hvat hendir, tá ein fyritøka gerst so stór og so týdningarmikil fyri eitt samfelag, at myndugleikarnir kunnu koma undir trýst?
Og hvussu tryggja vit, at somu reglur galda fyri øll - eisini landsins størstu fyritøkur?
Gestir: Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, og Hallbera West, stjórnmálafrøðingur og granskari.
Gjørt sendingina: Hansa Hansen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.