About
- Komið øll og boykottið Kervi+.
Soleiðis ljóðar ein av fleiri viðmerkingum á Facebook, nú talgilda skipanin Kervi+ so líðandi verður tikin í nýtslu í fólkaskúlanum.
Fleiri foreldur finnast at, at tað er vorðið ov trupult at halda skil á skúlatingunum hjá børnunum, tí tey skulu brúka fleiri ymiskar talgildar skipanir.
- Tað er øgiliga roksut. Nógv lættari við einari lektiubók, skrivar ein.
Onnur eru ónøgd við, at alsamt meira av skúlagongdini verður talgilt, og summi hótta við at boykotta nýggju skipanina.
Men hvat er Kervi+, og hví vekir skipanin so sterkar kenslur?
Hvørjir eru fyrimunirnir við nýggju skipanini, og hvørjar avbjóðingar kunnu standast av henni?
Hetta er evnið í sendingini í dag, har vit tosa við næmingar, foreldur, lærarar, skúlastjórar og Undirvísingarstýrið um Kervi+ og talgildingina av føroyska fólkaskúlanum.
Gestir: Antonia Lindenskov Funding og Monika Sigurðsdóttir Vang, skúlanæmingar, Sarita C. Jacobsen og Turið Teitsdóttir, foreldur, Annika Katrin Joensen, skúlastjóri, og Mortan Zachariassen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.
Vertur: Hansa Hansen