
About
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini tosar um, at úrvalið av orðum verður avgjørt av einum ritstjóra, sum fyrst og fremst velur orð, ið hóska seg í skriftmáli. Mørkini flyta seg tó, so nógv er í orðabókum í dag, sum ikki var hugsandi fyri 30 ella 50 árum síðani. Vælkomin til enn eina orðavalssending, har vit spyrja: Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í orðabókini?