Skip to content
zeno
Create a Station
Explore
Podcasts
Audiobooks
Bible
By Genre
By Location
By Language
Religious
Music
News
Download App
Opens in a new window
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Orðaval
News
Faroese
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Website
Episodes
Episodes
39
13 October 2026
Hvussu kemur málið undan?
Nú á døgum "goyma" vit málið í teksti og upptøkum, men einsamalt er tað ikki nokk til at tryggja málið, so tað ikki doyr, talan má endurskapast í hvørjum einasta menniskja. Til tað má barnið hava eina fyrimynd at skapa eftir. Tað má hava fyrimyndir, sum alla tíðina eru tøkar.Altjóða greiðmálsdagur er 13. oktober. Eingin greiðmálsfelagsskapur er í Føroyum. Hetta er eitt øki, sum vit áttu at skipa...
36 min
30 September 2026
Orðaval #38: Málsøga
Í fyrstu Orðaval-sendingini hesa vetrarskránna verður hugleitt um málsøgu sum heild. Eisini verður trivið í ávís orð og kannað, hvør upprunin til orðini er. Komið verður eisini inn á ymiskt málsligt, sum hevur verið havt á lofti síðani seinastu sending. Gestur er Dagfinn Olsen, lærari.
28 min
19 May 2026
Orðaval #37: Virðing fyri veruleikanum
Málveruleikin er partur av samfelagsveruleikanum, vit mugu hava eina heiðurliga veruleikalýsing eisini av málinum. Vit eiga at finna eina javnvág, so vit ikki verða fyri málsligum økismissi, at vit leggja afturat, heldur enn yvirskriva. Tað heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Hon heldur eisini, at ein máti at bøtt um málið í almenninginum kundi verið at útbúgvið málrøktarar, sum...
35 min
05 May 2026
Orðaval #36: Málbroytingar
Í sendingin hesaferð verður tosað um málbroytingar, og um munin á føroyskari og íslandskari úttalu. Eisini verður flaggið viðgjørt, og ymiskt, ið hevur við navnið at gera. Gestur var Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini. Øssur Egholm er vertur.
27 min
22 April 2026
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
Móðurmálsdagurin, ið var 25. mars, sum eisini er føðingardagur V. U. Hammershaimbs, er eitt av evnunum í sendingini. Hammershaimb gjørdi føroyska skriftmálið, og hesaferð verður m.a. greitt frá navninum, Hammershaimb, og hvussu ættin kom til Føroyar.Dagfinn Olsen er gestur. Øssur Egholm er vertur.
28 min
30 March 2026
Orðaval #34: Málsløg
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini tosar um, at úrvalið av orðum verður avgjørt av einum ritstjóra, sum fyrst og fremst velur orð, ið hóska seg í skriftmáli. Mørkini flyta seg tó, so nógv er í orðabókum í dag, sum ikki var hugsandi fyri 30 ella 50 árum síðani. Vælkomin til enn eina orðavalssending, har vit spyrja: Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru...
37 min
11 March 2026
Orðaval #33: Ljóðsvinn
Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har evnið er ljóðsvinn. Tosað veðrur eisini um orðini val og atkvøður. Øssur Egholm er vertur.
29 min
23 February 2026
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
Evnið hesaferð var Robinson-søgur, ið er søgur, sum ofta eru sprotnar úr søguni um Robinson Kruso.Greitt verður m.a. frá hesum søgum, og hvussu tær eru vorðnar til.Dagfinn Olsen, lærari, greiðir eisini frá ymiskum málsligum.
26 min
09 February 2026
Orðaval #31: Norðurlendskir málførleikar
Hvussu ansa vit eftir okkara málsliga siðaarvi? Tað spyr Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, nú tað vísir seg, at børn og ung skilja illa hini norðulendsku málini. Øssur Egholm er vertur.
31 min
28 January 2026
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
Bjarni Steintún, sum starvast á føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har tosað verður um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Vertur er Øssur Egholm.
28 min