Orðaval #19: Summarmáli og staðarnøvn
14 April 2025

Orðaval #19: Summarmáli og staðarnøvn

Orðaval

About
Í sendingini hesaferð, var Lena Reinert, sum starvast á føroyamálsdeildini gestur. Vit tosaðu um summarmála, og um staðarnøvn, og vit viðgjørdu spurning frá lurtara um hettar, at summir tíðindavertir í útvarpinum kalla europeiskt fyri evropiskt og nevna f-o fyri fo, n-o fyri no og i-s fyri is.

Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.