
About
Astrid Samuelsen er fødd og uppvaksin í Danmark. Men takið ikki feil. Astrid er eisini úr góðum føroyskum bergi brotin. Pápi hennara eru fólkakæri føroyski sangarin og sangskrivarin Stanley Samuelsen. "Who Do You Pray For" kallast debut-soloplátan hjá Astrid, ið var eitt kent navn í indie-umhvørvinum í Danmark í nullunum og tíggjunum við rokkbólkunum sum Deadpan Interference og De Underjordiske.