zeno
Create a Station
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Leitisstein
News
Faroese
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.
Website
Episodes
50
08 May 2026
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
LEITISSTEIN er gestur hjá Sámali Ravnsfjall, tí sent verður úr stovuni hjá Sámali í Húsabrekku í Miðvági í sambandi við heiðurskonsert fyri Sámali Ravnsfjall.
1 h 55 min
02 May 2026
LEITISSTEIN 01.05.2026 (Afenginn)
Kim Nyberg, Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen eru gestir í sendingini.
1 h 54 min
24 April 2026
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
Limirnir í rokkbólkinum Wolfgang, Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Kári Streymoy og Gunnar Thomsen, eru gestir í sendingini í sambandi við, at Wolfgang er uppafturstaðin. Wolfgang, ið hevði sína stórtíð í nítiárunum, er komin afturíaftur við sínari sjálvnevndu debutplátu út.
1 h 59 min
17 April 2026
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
Greta Svabo Bech er ein stjørna á føroyska tónleikahimmalinum. Tað hevur Greta verið síðani hon í 2011, sum fyrsti føroyingur í søguni, bleiv tilnevnd til eina Grammy-heiðursløn. Nú, 15 ár seinni, debuterar hon við sínari fyrstu plátu "Beautiful Obscenery", hvørs heiti hon hevur týtt til "Svakurleiki" á føroyskum.
1 h 58 min
10 April 2026
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
"Sýrublað" eitur sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir. Í sambandi við útgávuna er Guðrið gestur í sendingini, har plátan verður spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um sangirnar og alt møguligt annað. Tað ger tað ikki verri, at LEITISSTEIN eisini hevur ein leiklut á plátuni.
1 h 59 min
28 March 2026
LEITISSTEIN 27.03.2026
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú Jay Buchanan, oddamanni í Rival Sons, Michael Stipes, Guðrið Hansdóttir og øðrum. Men verið ávarað: Sjálvfiti er eisini á skánni.
1 h 59 min
20 March 2026
LEITISSTEIN 20.03.2026
Sendingin er rættiliga Americana, men hóast tað, so er tað spikahamrandi feitur tónleikur á skránni.
1 h 59 min
13 March 2026
LEITISSTEIN 13.03.2026
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur, ið er valfríur, tað vil siga, at hann er óheftur av løgtings- og fólkatingsvalunum. Njótið tónleikin.
1 h 59 min
06 March 2026
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
2025 var eitt stórt ár fyri unga fólkatónleikarabólkin Kalas. Tær fýra ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, útgóvu debutútgávuna "Minnisgripir", og tær hava spælt á Summarfestivalinum, Tórsfest, til handanina av Mentanarheiðurslønunum og mangt annað. Alt endaði við FMA-tilnevningum í bólkinum "Ársins serútgáva" og "Ársins spíri". Tær fýra eru gestir í LEITISSTEIN.
1 h 59 min
20 February 2026
LEITISSTEIN 20.02.2026
LEITISSTEIN koyrir tað heim solo, men borðreiður við nógv nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki.
1 h 58 min