About
21 ára gamla Fríða Saiya hevur beina kós móti donsku popptindunum eftir útgávuna av sínari fyrstu EP. Hóast hon er uppvaksin í Keypmannahavn, og í høvuðsheitum syngur á donskum, so tosar hon flótandi føroyskt og er føroysk frá innast til uttast. Fríða er doypt Fríða Vágsheyg Sigurðsson, og er dóttir Birgir Sigurðsson, sum er kendur úr andaliga rokkbólkinum I Am, og Honnu Vágsheyg. Bæði foreldrini er úr Klaksvík.