
About
Hesa ferð er tað ein serligur partur, tí vit eru farin út at vitja Ólav Davidsen – ella sum nógv kenna hann, Ollies Barber. Fyrir stuttum hevur hann latið upp eina nýggja salong á Heiðavegi í Saltangará. Í hesum partinum fortelur Ólavur, hvussu hann byrjaði at fylgjast við Jesusi. Samstundis klippir hann Hjalmar, meðan podcasturin verður upptikin. Vertirnir hesa ferð eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Um tú ynskir at síggja podcastin, liggur hann eisini á YouTube.