zeno
Create a Station
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Toggle Sidebar
zeno
Heimamissiónsungdómur
HMU Podcast
Christianity
Faroese
Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
Website
Episodes
49
27 April 2026
HMU Podcast #028 - Matteus kap. 2
Seinast var byrja uppá at gjøgnum ganga Matteus evnagelii, so nú er tað kappitul nummar 2. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.
27 min
20 April 2026
HMU Podcast #027 - Matteus kap. 1
Vit hava valt at broyta formati hjá HMU Podcast eitt sindur. Vit fara nú í eina nýggja røð, har vit ganga ígjøgnum Matteus evangeliið – eitt kapittul fyri hvønn part. Endamálið er at fara í dýpdina og skapa eitt samanhangandi yvirlit, har vit saman kunnu lesa, skilja og tosa um tekstin. Ein mega spennandi røð sum vit gleð okkum nógv til. Vertir í hesum fyrsta parti eru Bjarta og Sjúrður.
22 min
15 April 2026
HMU Podcast #026 - Bíbliuskúli í Eysturríki
Eftir ein góðan páskasteðg eru vit aftur við einum nýggjum parti. Gestir hesa ferð eru Anna Klein Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen og Jónrið Joensen. Tær hava verið saman á einum bíbliuskúla í Eysturríki, og tær greiða frá sínum upplivingum har. Ein sera spennandi partur.Bjarta og Sjúrður eru vertir.
47 min
30 March 2026
HMU Podcast #025 - Páskini í dag
So er mánadagur og aftur ein nýggjur partur. Hesin partur er eitt framhald av partinum í síðstu viku, tá evni var tær fyrstu páskirnar. Hesu ferð er tað so páskini í dag. Øssur Kjølbrø, sum er prestur í Klaksvík, er eisini gestur í hesum partinum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
54 min
23 March 2026
HMU Podcast #024 - Tær fyrstu páskirnar
Nú nærkast páskini, og í tí sambandi hava vit fingið Øssur Kjølbro at greiða okkum frá teimum fyrstu páskunum, hvat tað er, hvat tað merkir og mangt annað. Øssur er prestur í Klaksvík og fyrrverandi aðalskrivari í Heimamissiónini. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
29 min
16 March 2026
HMU Podcast #023 - Hoydalar
Ein spennandi partur hesa vikuna. Tað eru Anna Lovisa Myri og Jóhanna Sámalsdóttir, sum eru tveir av spírunum í nýggju sendingunum, sum KVF hevur framleitt og hevur hugtikið alt Føroyar. Tær greiða frá teirra uppliving, hvussu tað var, og serliga er eisini dentur lagdur á, hvussu trúgvin hevur fylt ígjøgnum hesa tíðina. Vertir í sendingini eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
46 min
09 March 2026
HMU Podcast #022 - Missiónsskúli í Suður Afrika
So er tað Rannvá Hentze sum eisini hevur veri í Suður Afrika seinasta hálva ári. Hon hevur veri á einum missiónsskúla hjá YWAM í Durban.
36 min
02 March 2026
HMU Podcast #021 - Hin stóra kvøld máltíðin
Hin stóra kvøldmáltíðin er ein kend bíbilsøga. Hjalmar hevur dúkað niður og fortelur, hvat hann hevur fingið burtur úr saman við Bjartu og Dann.
37 min
23 February 2026
HMU Podcast #020 - YWAM í Suður Afrika
Gesturin hesa vikuna er Marjun Garðsá sum hevur veri á einum lærusveinaskúla í Suður Afrika hjá YWAM. Tað er eitt DTS skeið, tá er man part av tíðini í skúla og eisini ein part úti í missión. Vertirnir í sendingini eru Bjaarta, Dann og Sjúrður.
40 min
16 February 2026
HMU Podcast #019 - OpenDoors
Tað er Sámal Jákup sum er gestur í heusm partinum. Hann fortelur um altjóðafelagsskapinum OpenDoors og alt tað stóra arbeiði tey gera. Vertirnir í hesum parti eru Dann, Hjalmar og Sjúrður.
54 min