Skip to content
Opens in a new window
Breddin: Vit skulu venja okkum við hitabylgjur á hvørjum ári
25 August 2026

Breddin: Vit skulu venja okkum við hitabylgjur á hvørjum ári

Breddin

About
Ikki færri enn fimm hitabylgjur hava rakt Evropa í summar. Í fleiri evropiskum londum hevur hitin verið meira enn 40 stig. Hitabylgjurnar hava elvt til turk og skógareld í Evropa, og fleiri eru deyð av nógva hitanum enn vanligt, meta hagtalsstovnar og heilsustovnar. Men nær er talan um hitabylgju? Hvørjar eru avleiðingarnar av hitanum í Evropa, sum setti met í summar?Tað er sannlíkt, at nógvi hitin er komin fyri at vera, so hvussu kunnu evropisku londini fyrireika seg til nýggja veruleikan? Tað spyrja vit í dag í sendingini í dag.

Við í sendingini: Turið Laksá og Ragnheiður Bogadóttir.  

Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen, Birgit Carina Eliasen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.

Ljóðmynd: Heini Holm Johannesen.

Tøkningur: Bjørn Hentze Bech.