Breddin: Stytt arbeiðsvika
05 December 2025

Breddin: Stytt arbeiðsvika

Breddin

About
- Vitlíki er eitt, sum talar fyri, at tíðin er búgvin at stytta arbeiðsvikuna. Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.  Tað var annars hósdagin í síðstu viku, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, boðaði frá, umvegis eini sms-boð til útvarpið, at undirtøka ikki er í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. At stytta arbeiðsvikuna var eitt tað størsta vallyftið bæði hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til seinasta løgtingsval. Í samgonguskjalinum stendur eisini svart uppá hvítt, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg, niður í 37 tímar. Í Breddanum í dag spyrja vit andstøðuna, hvat hon heldur um at stytta arbeiðsvikuna. Vit tosa við formannin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, og við Regin Berg, stjórnmálafrøðing og løgfrøðing, sum hevur gjørt eina greining um styttu arbeiðsvikuna fyri Fakfelagssamstarvið. 

Við í sendingini:  Regin Berg, Johnny í Grótinum og Árni Gregersen. 

Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 

Tøkningur: Kári Annand Berg.