Skip to content
Opens in a new window
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
01 September 2026

Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi

Breddin

About
Málið um tær fleiri hundrað grønlendsku kvinnurnar, sum uttan samtykkti fingu snyril uppsettan frá 1960-unum og frameftir, kom fríggjadagin á eitt vegamót.
Ein serfrøðingabólkur kom við eini frágreiðing, sum varpaði ljós á, hvør kann ábyrgdast í málinum, og um menniskjarættindi eru brotin.
Grønlendingar vilja hava rættvísi, og at øll søgan um Grønland sum hjáland og sum partur av danska ríkinum verður viðgjørd í semjutilgongdini.

Við í sendingini: Sigrún Brend, Naja Lybert, Martine Lind Krebs, Anne Pilegaard Petersen, Celine Klint og Ado Holm.

Gjørt sendingina: Frants Jensen, Annika Bolton Mortensen, Sigrún Brend og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur.

Framleiðari: Bárður Thomsen.

Teknikari: Kári Annand Berg.