Breddin: Nógv minni játtan at seta serlæknar
30 October 2025

Breddin: Nógv minni játtan at seta serlæknar

Breddin

About
Síðani 2016 hava fimm milliónir krónur altíð verið tøkar til at seta serlækna, um serlækni er tøkur og hevur áhuga at koma til Føroya.
Sirið Stenberg setti serlæknapuljuna í verk, tá ið hon var landsstýriskvinna í heilsumálum í 2016.
Orsøkin var, at færri serlæknar komu higar, og útlitini at fáa fleiri serlæknar vóru tí ring.
Samstundis gjørdust myndugleikarnir varugir við, at Føroyar kappast við onnur lond um serlæknar.
Verður hugt eftir úrslitinum, so hevur serlæknapuljan gjørt mun, tí í 2016 vóru 32 serlæknar, nú eru 51.
Men tað er ikki nóg mikið, tí sambært tilmæli, sum ein arbeiðsbólkur - sum Margit Stórá, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, setti - handaði í fjør, eiga vit at hava 121 serlæknar.
Nú er ætlanin at skerja serlæknapuljuna, tí í komandi fíggjarlóg er serlæknapuljan skorin úr fimm milliónum krónum og niður í hálva millión.
Gestur: Shahin Gaini, formaður í Serlæknafelag Føroya
Vertur: Marjun Dalsgaard