Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar
12 May 2026

Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar

Breddin

About
Fyrradagin var mammudagur.

Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn.

Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan.

Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini?

 

Luttakarar: 

Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni.

Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavnar Kvinnufelag, kommunustýrislimur í Runavíkar kommunu, og sum stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til seinasta val.

Rósa Tyril, sum hevur stillað upp fyri Miðflokkin og seinast fyri Fólkaflokkin, og hevur havt fleiri familjupolitisk evni á síni dagsskrá.

Esther Margreth Petersen, sum er nevndarlimur í Kvinnufelagnum í Havn, og sum hevur stríðst fyri rættindum til sammøður.