Skip to content
Opens in a new window
Við Tórði á túri við gomlum úrmælingum
09 November 2026

Við Tórði á túri við gomlum úrmælingum

Við Tórði á túri

About
Í seinastuni hevur 99 ára gamla Ida Nielsen í Havn, sum verður 100 í mars, havt krím og lungnabruna, og tí hava tað ikki verið so nógvir biltúrar síðani hon endurnýggjaði koyrikortið seint í september. Men nú er hon komin heimaftur av Landssjúkrahúsinum. Hon er komin fyri seg aftur og gleðir seg at sleppa at koyra aftur.

 

Síðani Ida var 90, hevur hon bundið ikki minni enn 17 seingjarteppini til dupultsong. Tey eru fýra metrar long og tríggjar metrar breið. Tá hon var 90 var hon á Hvíldarheiminum, og tá sá hon eina konu binda seingjarteppi. Ida bað hana læra seg at binda tey, og síðani hevur hon ikki helmað í.

 

93 ára gamli Sámal Johan Gaardlykke í Lamba hevur verið á floti við 6-mannafarinum Jarnheysi, og í sendingini taka vit ímóti honum og Tórfríði Magnussen, sum eisini er peinsiónistur. Tilsaman eru teir báðir 168 ára gamlir, og veiðan hjá teimum henda dagin var umleið 300 pund.

 

Sámal Johan var sera sjúkur herfyri og var leingi á sjúkrahúsi. Tá hann varð útskrivaður fekk hann pláss á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, har hann býr nú. So hann fór á flot av Ellisheiminum og tað man vera ógviliga óvanligt. Annars hevur Sámal Johan róð nógv út við 6-mannafarinum.
Her kanst tú hoyra túrin.

 

Sámal Johan sigldi sum ungur fyrst við pápabeiggjanum Karl Gaardlykke, og síðani við mammubeiggjanum Palla í Grótinum. Hann var síðani skipari á stállínuskipinum Strandingi í 11 ár, og átti og førdi hann Grunning, sum var á snellu- og garnaveiðu undir Føroyum og Íslandi.

 

96 ára gamli Leivur Andreasen í Klaksvík ger framvegis prýðiligar fjallstavara, sum eru útsskornir og tað hevur hann telgt við hond. Hann teknar fyrst mynstrið á stavin, áðrenn hann fer at telgja. Hann sigur, at hann situr heildar dagar og telgir.. Og so stendur hann eisini við dreyibonkin og evnar píkarnar til fjallstavarnar.

 

Á yngri árum var Leivur til skips, áðrenn hann fór at læra til jarnsmið og arbeiddi á Lítlubeding í Klaksvík. Hann átti og rak í nøkur ár útróðrarbátin Nestanga, ið var av tí gamla slagnum av deksbátum. Við honum hevði hann onkra serliga uppliving.

 

Við í sendingini eru: Ida Nielsen, Leivur Andreasen, Sámal Johan Gaardlykke, Tórfríður Magnussen og ákup Petur Gaardlykke.

 

Tú kanst hoyra sendingina her.