Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
27 April 2026

Við Tórði á túri um Leirvíksfjall

Við Tórði á túri

About
Saman við leirvíkinginum Mariusi Jacobsen og norðragøtumanninum Áranti Hansen ganga vit ein sera vakran dag eftir varðagøtuni úr Leirvík og upp um Dvørgjaskarð, sum er góðar 300 metrar høgt, til Norðragøtu. Teir báðir greiða frá tí vit síggja á túrinum.


Hetta er ein góður gongutúrur, ið ikki er so krevjandi fyri fólk sum tora at ganga úti í náttúruni. Ovast norðragøtumegin er brattari, men góða rekkverkið ger, at fólk kunnu kenna seg trygg.


Teir báðir halda, at henda gamla varðagøtan er ímyndin av væl eydnaðu kommunusamanleggingini millum Leirvík og Gøtu.


Á túrinum hoyra vit tvey brot úr kvæðnum um Lorvíks Páll, sum Eysturoyar Dansifelag kvøður.