About
Ribarhús og Piddasta Handil, sum vóru høvuðssætið hjá gomlu fyritøkun S.P. Petersen í Fuglafirðii, eru komin til heiðurs og æru aftur við sølu og framsýningum. Samstundis kom herfyri tann yngsti av seks deksbátum hjá gomlu fyritøkuni, sum varð bygdur í 1921, aftur til Fuglafjarðar, og har stendur hann nú heimanfyri Ribarhús. Hann eitur Erik eftir yngsta soninum hjá Gamla Sámal Peturi.
Í sendingini verður tosað við eftirkomarar hjá Gamla Sámal Peturi og tær, sum reka søluna hjá Heimavirkinum og eisini við Kunningarstovuna, sum eisini er í húsinum.
Hesi eru við í sendingini: Oddvør á Lakjuni, Johan Petersen, Bjarni Bjarnastein, Petur Martin Petersen, Dánjal Jákup Petersen, Kristina Gry Berg og Gudny Anthoniussen.