About
Tað var ein dramatisk hendind, tá ídnaðartrolarin Havaldan úr Saltangará fyri júst 50 árum síðani sakk stutt úr Hetlandi, eftir at skipið hevði fingið slagsíðu og tað ikki eydnaðist at rætta skipið uppaftur. Tað eydnaðist allari manningini at koma umborð á danska skipið Strømfjord áðrenn Havaldan sakk.
-Nógv ár eru liðin síðani hendingina, men eftir stendur, at tað stóra var at Várharra bjargaði okkum øllum umborð á danska skipið, sigur Manbjørn í Grund, sum var skipari á Havalduni. Tá var eftirnavnið Olsen. Hinir báðir, sum greiða frá hendingini í hesari sending, eru Leivur Sørensen, sum var stýrimaður, og Jónhard Berg, sum var maskinmeistari.
Fimm mans vóru við Havalduni lagnutúrin. Umframt teir tríggjar sum greiða frá í sendingini, vóru Heðin Jacobsen, 19 ár, og danin Jesper Henriksen, 17 ár, eisini við.
Tú kanst hoyra sendingina her.