Við Tórði á túri á Ryggi í Miðvági (2:2)
27 October 2025

Við Tórði á túri á Ryggi í Miðvági (2:2)

Við Tórði á túri

About
Marianna Simonsen hevur búð í Rygstúni alt lívið, og hon veit frá nógvum søgum at siga og frá áhugaverdum fólkum. Hon sigur, at í barnaárunum var alt Rygstún eitt spælipláss.

 

Vit støkka inn á gólvið í hárfríðkanarstovuni MidWay, sum hevur úr at gera. Sunneva Myllhamar og Birgit Nielsen klippa bæði rygsfólki og fólki alla staðni úr Vágum.

 

Jon S. Hansen, søgufrøðingur, skrivaði eina bacheloruppgávu um búsetingarmynstrið í Miðvági, og hann greiðir frá teimum gomlu býlingunum og eisini býlinginum á Ryggi.

 

Georg Hansen greiðir frá, at kommunan hevur gjørt eina serliga byggisatykt fyri býlingin á Ryggi, sum hevur til endamáls at varðveita tann hugnaliga dámin mest møguligt, tí nógv av húsunum eru gomul.  Gunnar Hoydal, sum var ráðgevi í sambandi við gamla býlingin úti á Reyni, ráðgav eisini Vága Kommunu. 

 

Hjúnini Heidi og Áki Hansen búgva í gomlu skósmiðjuni á Ryggi, og tey hava gjørt nógv við húsini og varðveitt tey í gamlan stíl. Men tey eru ikki nøgd við, at kommunan setir krøv, sum dýrka og borgararnir sjálvir mugu gjalda. Tí hava tey avgjørt at byggja nýggj hús.

 

87 ára gamla Elsipa Jóhanna Frederiksen er yngsta barnið hjá Sofíu og Jógvani, bóndafólkunum á Ryggi. Í sendingini greiðir hon frá arbeiðnum á garðinum. Bæði bóndaskapurin og stóri bóndahavin karvdu nógv. Hon sigur, at systkini hjálptust væl at í sátt og semju.