Við Tórði á skørutúri
29 June 2026

Við Tórði á skørutúri

Við Tórði á túri

About
Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúrliga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið.

 

-Trupulleikin verður størri fyri hvørt ár, serliga í høvuðsstaðnum. Og hann er so mikið stórur, at hann skal takast í størsta álvara, sigur Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót. Hon heldur at kommunurnar áttu at kunnað betri enn tær gera í dag.

 

Í ymiskum býlingum í høvuðsstaðnum hava fólk tikið seg saman at týna garðaskøru, og vit hoyra tey á Norðasta Horni, sum ein leygardag taka seg saman til endamálið.

 

Skørutrupulleikin verður viðgjørdur á hesum túrinum. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Heðin Askham, anleggsgartnari í Klaksvík, Barbara Ólavsdóttir, Jógvan Jacobsen og Eyðbjørg Hansen á Norðasta Horni, Annleyg Patursson, sum hevur urtagarin við føroyskum plantum í Hoyvík, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna í FNU, Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót og Magnus Frederik Magnusson í Kvívík, sum sproytar garðaskøru við mettaðum saltvatni við góðum úrsliti.