Skip to content
Opens in a new window
Eitt annað lív
21 September 2026

Eitt annað lív

Við Tórði á túri

About
Frá ungum hevði Jóan Pauli Næs stóran áhuga fyri motorum og jarni, og tí fór hann ungur á Tórshavnar Skipasmiðju at læra. Hann var eisini til skips við Drátti, sum var dampdrivin trolari. Jóan Pauli var bæði maskinmaður og fýrbøtari og hann greiðir frá kunstinum at vera fýrbøtari. Honum dámar eisini væl at tosa um tíðina við skonnartini Hvítubjørn tá teir vóru í Grønlandi og róðu út frá skipinum við bátum, seks- og áttamannaførum, og fingu ómetaliga nógvan fisk.


Síðani Jóan Pauli varð pensioneraður sum 74 ára gamal hevur hann brúkt nógva tíð í arbeiðsrúminum í kjallaranum á Neystabøi, har hann evnar nógvar lutir til -  grindaknívar, skóhorn og mangt annað.


Í sendingini greiðir Jóan Pauli eisini livandi frá barnaárunum úti í Nesi. Har vóru nógvir óvitar og fjøran, bøurin og hagin og øll náttúran vóru teirra spælipláss.