Skip to content
Opens in a new window
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
11 November 2026

Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika

Vágskálin

About
Í nýggasta stuttsøgusavninum hjá Arnbirni Dalsgarð eru 15 stuttsøgur, harav helmingurin ikki hevur staðið á prenti fyrr.

Sprotin hevur givið søgurnar út, og forlagið sigur um innihaldið, at onki er, sum tað tykist at vera, og tí verða vit sum lesarar ofta ovfarin.

"Hetta er eitt fjølbroytt søgusavn, og ofta missa vit fótafestið so líðandi," sigur Sámal Soll, sum er annar ummælarin í sendingini.

Hann hevur eygleitt, at í nógvum av søgunum snýr tað seg hjá persónunum um at finna seg til rættis í familjuni.

"Í fleiri søgum verður granskað í, hvussu tað er at vera serliga maður í dagsins samfelag," leggur Sanna Klein aftrat.

Tey halda ikki, at greið plott eyðkenna søgurnar. Tó kann sigast, at fleiri søgur hava óvæntaðar snaringar.

"Fleiri søgur eru lutvíst surrealistiskar, og summar eydnast heilt væl sum sum surrealistiskar søgur," siga tey.

Uni Arge leggur til rættis.