Skip to content
Opens in a new window
Vágskálin: Hugvekjandi skaldsøga um aldurdóm
21 October 2026

Vágskálin: Hugvekjandi skaldsøga um aldurdóm

Vágskálin

About
"Fru s" eitur nýggjasta skaldsøgan á donskum eftir Inger Smærup Sørensen, sum vit kenna úr føroyska listaumhvørvinum.

Skaldsøgan snýr seg um eina eldri kvinnu, sum býr einsamøll í íbúð nr. 612 í einum íbúðarbygningi í Danmark.

Úr síni íbúð sær hon fólkini í hinum íbúðarbygningunum koma og fara og livir seg á tann hátt inn í teirra tilveru.

Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum ummæla "Fru s" og halda, at hon er skrivað á heilt serligan hátt.

"Bókin snýr seg um eina eldri kvinnu, sum fyrireikar seg til at doyggja, m.a. við at læra seg ikki at vera til staðar, og hetta er sera væl lýst," siga tær báðar.

Kvinnan í søguni minnist nógv aftur í tíðina, m.a. tíðina í listaumhvørvinum, har menninir ráddu, og ungar kvinnur kendu seg sum tilfar.

"Øll søgan letur seg ikki upp beinanvegin, og lesarin skal tí hava eitt ávíst tol, meðan lisið verður," siga Marna og Rakul.

Uni Arge leggur til rættis.