Toskastovnurin hevur tað ikki serliga gott
07 December 2025

Toskastovnurin hevur tað ikki serliga gott

Poddvarpið hjá Kim

About

Toskastovnurin hevur tað ikki serliga gott. Vit skulu minka um veiðitrýstið, sum mált uppá tal av Vesturkirkjum, í nøkrum førum, svarar til 33. Vit skulu læra okkum at drýggja okkara fiskastovnar, tí hetta vil viðføra fleiri kg um ári.

Hvussu alt hetta við stovnsmetingum, veiðitrýsti o.s.fr. hongur saman, havi eg gjørt eina roynd at fáa Eyðfinn Magnussen at greiða okkum frá. Eyðfinn er lektari í lívfrøði, og undirvísur m.a. í fiskifrøði á Setrinum, og er annars landskendur fyri at vita nógv um harur eisini.