zeno
Home
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Log in
Sign up
Toggle Sidebar
zeno
Heimamissiónsungdómur
HMU Podcast
Christianity
Faroese
Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
Website
Episodes
33
21 December 2025
HMU Podcast #012- Nú vera jól
Nú er tað alvorliga fari at nærkast jólinum og í hesum sampandi hava vit ein jól part til tykkum. Við í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.Podcasturin er eisini at finna á YouTube!
45 min
14 December 2025
HMU Podcast #011 - Er kristindómur bara fyri tey heilagu?
Hesa ferð er Magni Skoradal gestur í HMU-podcastinum, og evni hjá honum er "Er kristindómur bara fyri tey heilagu?". Magni er av Toftum og gonur fast í Taboor, har hann virkin í arbeiðinum. Millum annað hevur hann ein bíblibólk við ungum Tofta dreingjum. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Podcasturin er at finna á YouTube
45 min
07 December 2025
HMU Podcast #010 - Ollis Barber
Hesa ferð er tað ein serligur partur, tí vit eru farin út at vitja Ólav Davidsen – ella sum nógv kenna hann, Ollies Barber. Fyrir stuttum hevur hann latið upp eina nýggja salong á Heiðavegi í Saltangará. Í hesum partinum fortelur Ólavur, hvussu hann byrjaði at fylgjast við Jesusi. Samstundis klippir hann Hjalmar, meðan podcasturin verður upptikin. Vertirnir hesa ferð eru Bjarta, Hjalmar og...
48 min
30 November 2025
HMU Podcast #009 - Grønland
Hesa ferð er Magnus Hammer í Høllum gestur í HMU-podcastinum, og hann snakkar um tíðina, sum volontør í Grønlandi. Magnus var í Grønlandi í eitt hávlt ár, har hann slapp at síggja nær um alt Grønland, hann var umborð og skipum, inni í fongslinum og kom í samband við nógv fólk ið onki høvdu. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Dann. Podcasturin er at finna á YouTube
37 min
23 November 2025
HMU Podcast #008 - Evnagelii: hvat, hví og hvussu?
Hesa ferð er Sonni Steinhólm gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Evnagelii: hví, hvat og hvussu?" Sonni er úr Runavík og gongur í Missiónshúsinum á Glyvrum, har er hann eisini er partur av ungdómsnevndini. Til dagligt lesur hann til maksinmeistara í Havn. Vertirnir í sendingini eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
54 min
17 November 2025
HMU Podcast #007 - Kristin um allan heim
Hesa ferð er Fríði Dam gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Kristin um allan heim". Fríði hevur, síðan hann var heilt ungur, havt ein dreym um at sleppa út við Logos Hope, sum er eitt skip hjá OM. Hesin dreymur gjørdist veruleiki, tá ið hann í tvey ár sigldi við Logos Hope sum maskinmeistari. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
39 min
10 November 2025
HMU Podcast #006 - Hví hava øll so nógvan skund?
Hesa fer er Derhard Jógvansson gestur í HMU-podcastinum. Evnið er hví hava øll so nógvan skund? Derhard er prestur í Vesturkirkjuni í Havn og hevur veri har í 15 ár. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
47 min
03 November 2025
HMU Podcast #005 - Er Jesus tann einasti vegurin?
Hesa fer er Anton í Liljudali gestur í HMU-podcastinum. Evnið er: “Er Jesus tann einasti vegurin?” Anton er uppvaksin í Svøríki, men hevur eisini búð í Føroyum í nógv ár. Í løtuni lesur hann til teologi í Keypmannahavn, har hann býr saman við konu síni. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
43 min
25 October 2025
HMU Podcast #004 - Hví felli eg í freisting?
Hesa ferð er Kartin Høgnesen gestur í HMU Podcastinum. Evnið, sum hann fer at tosa um, er: "Hvat geri eg, tá eg felli í freisting?"Kartin Høgnesen er millum annað kendur sum frisør, men nú arbeiðir hann sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður.Tú kanst eisini hyggja eftir podcastinum á YouTube.
46 min
19 October 2025
HMU Podcast #003 - Jórunn Mohr Viderø
Hesa ferð er tað Jórunn Mohr Viderø, sum fortelur um, hvussu hon kom til trúgv. Tað er ein spennandi og lærurík ferð, sum nógv onnur als onki kenna til. Afturat henni eru Bjarta Hjalmar og Sjúrður, sum eru vertir. Møugleiki er eisini at hyggja eftir podcastinum á YouTube.
52 min