96. Við Niels Una til Pearl Jam-ræðuleikan á Roskilde
04 July 2025

96. Við Niels Una til Pearl Jam-ræðuleikan á Roskilde

Frímælt

About

25 ár eru liðin síðani, at níggju ungir menn doyði til eina konsert á Roskilde festivalinum við bólkinum Pearl Jam í 2000.

Niels Uni Dam var til konsertina og hann greiðir frá hesum, nú Roskilde festivalurin er á skrá og DR hevur givið út eina poddvarpsrøð um ræðuleikan.

Vit venda eisini Voxbotn, sum varð flutt í Tjarnir. Ein góð avgerð, vísti tað seg at vera, hóast fólk vóru á gosi um hetta.

Landsstýriskvinnan Ruth Vang hevur fingið eina hóttan á Messenger, sum løgreglan tók upp. Nú er ein maður dømdur í málinum - og tað er fyri neyðini, at tað hendir, halda fólkini í Frímælt, sum eisini greiða frá hóttanum, tey hava fingið.

Gestir í dagsins parti eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Niels Uni Dam.

Vertur er Rólant Waag Dam.

See omnystudio.com/listener for privacy information.