
Sólbjørg Jakobsen hevur gjørt eina sterka og persónliga samrøðu við Jyllands-Posten, har hon greiðir frá einum truplum uppvøkstri í einum kristnum umhvørvi, sum hevði við sær eina røð av ræðuleikum.
Vit tosa um hesa samrøðuna - og so tosa vit við Sólbjørg um søgu hennara.
Barbara Holm er eisini við og setir orð á upplivingina, hon hevði, tá teir tríggir samgonguleiðararnir púra óvæntað greiddu frá loysingarætlanunum, sum tey hava lagt fram fyri donsku forsætisráðfrúnni.
Vit hava eisini hol ígjøgnum til Agnar Prestá, sum fylgir U21-harrunum í hondbólti. Hann hevur fylgt teimum í Póllandi seinastu dagarnar. Somuleiðis ringja vit til Una Leitisstein Hansen fyri at taka saman um Copenhell.
Hetta og so góða huglagið merkir Frímælt hesa ferð, har Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Kristinn Vang eru gestir, umframt áðurnevndu fólk eisini eru við í studio ella á linjuni.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.