
Í Frímælt hesa ferð venda vit eini smettusøgu, sum fekk fleiri enn 1000 likes. Vit tosa um eitt politimál, sum bleiv meldað júst tí, at fólk í Føroyum tosa nógv saman - kanska enn tá slatra um fólk.
Vit viðgera veljarakanningina, sum Portalurin og FM1 hava gjørt. Vit runda Epstein-skjølini, fara ein túr í Hoydalar og syndarligu støðuna, sum Norra er komið í upp á so nógvar mátar, umframt at vit venda Melodi Grand Prix, har Sissal er við fyri aðru ferð. Og til hetta prátið hava vit ein serligan gest á tráðnum.
Gestir hesa ferð eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Andrias Høgenni, leikstjóri, Jan Vestergaard, sjómaður, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.