121. Upphiting á VIP-veitslu í Oslo
16 January 2026

121. Upphiting á VIP-veitslu í Oslo

Frímælt

About

Frímælt er flutt til Oslo, har parturin, sum snýr seg um hondbólt burturav, verður tikin upp á Clarion The Hub, sum er savningardepil fyri hundraðtals føroyingar, nú EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum byrjar.

 

Studio er tí sett upp til sonevndu VIP-veitsluni hjá Eventz Føroyar og 62N, har fýra gestir vitja til eitt prát um hondbólt, Oslo, Berlin, Basel, Trier, vónir, væntanir og tað, sum annars kemur at merkja dagarnar í Oslo.


Gestir eru Turið Arge Samuelsen, fyrrverandi landsliðsleikari í hondbólti, Sjúrður Hildarson Hoydal, frásøgufólk í Kringvarpi Føroya, Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo og FM1, og Andrias Eriksen, hondbóltsviðmerkjari.

See omnystudio.com/listener for privacy information.