zeno
Home
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Log in
Sign up
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Breddin
News
Faroese
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Website
Episodes
50
20 January 2026
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
Hoyrir tú orðið húski - so sært tú kanska fyri tær eina familju. Mamma, pápi og børn. Men vanligasta húskið í Føroyum er ein vaksin uttan børn - og soleiðis hevur tað verið síðani 2020. Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni Hvørji eru hesi fólkini? Hvat merkir tað í gerandisdegnum, at tey...
46 min
16 January 2026
Breddin: Støðulýsing um Iran
Í Iran hevur ein nýggj mótmælisalda tikið seg upp, sum byrjaði seint í desember. Tað, sum byrjaði sum mótmæli móti einari djúpari búskaparkreppu, er skjótt vaksið til eina landsfevnandi mótstøðu móti myndugleikunum og teokratisku stýrinum í landinum - sum vanliga verður nevnt prestastýrið. Mótmæli hava breitt seg til ein stóran part av landinum, og svarið frá myndugleikunum hevur verið harðrent...
17 min
15 January 2026
Breddin: Eftir fundin í Washington um Grønland
Í gjár var søguligur fundur í Washington millum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi, við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og varaforsetan, J.D. Vance. Eftir fundin var tosað um, at fundurin hevði verið positivur, men at tað enn er ein grundleggjandi ósemja um Grønland. Ein arbeiðsbólkur skal setast, og...
56 min
18 December 2025
Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
Í dag er fíggjarlógin fyri 2026 til triðju og endaligu viðgerð í løgtinginum. Ein fíggjarlóg, sum er komin aftur úr fíggjarnevndini við einum munandi størri undirskoti, enn lagt var upp til, tá landsstýrið legði uppskotið fram síðst í september. Tá var hallið mett til 173 milliónir krónur. Nú er tað hækkað upp í 263 milliónir krónur. Samgongan sigur, at kósin verður hildin, og at fíggjarlógin er...
54 min
16 December 2025
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
Í gjár var nýggja uppskotið um Suðuroyartunnilin til 1. viðgerð í Løgtinginum. Málið er nú farið í fíggjarnevndina, sum skal venda og snara bæði kostnaði, farleiðum og fíggingarleisti, áðrenn løgtingið aftur fær orðið. Lógaruppskotið snýr seg um at fáa heimild at fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnil - eina verkætlan, sum sambært uppskotinum kann kosta upp móti fimm...
45 min
12 December 2025
Breddin: Brunatrygd og viðurskiftini millum USA og Evropa
Fyrradagin var eldur í einum sethúsum í Havn. Tað er ikki óvanligt, at eldur er í húsum, men hvat hendir eftir eldsbrunan?Í Føroyum er ongin skipan, sum ger, at vitanin frá einum eldsbruna verður brúkt at fyribyrgja, at ein annar eldsbruni hendir aftur á sama hátt.Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av tí - heldur ikki Brunaeftirlitið, sum...
49 min
11 December 2025
Breddin: Fer Suðuroyartunnilin at venda gongdini í Suðuroy?
Fólkatalið í Suðuroynni er søguliga lágt. Tað eru serliga tey ungu og fólk í arbeiðsførum aldri, sum flyta úr Suðuroynni. Borgarstjórar royna og hava roynt at fáa fólk at trívast og verða verandi við ymiskum átøkum, men keðiliga gongdin heldur fram. Mitt í øllum hesum er kjakið um ein møguligan Suðuroyartunnil. Nógv halda, at ein Suðuroyartunnil kann fara at verða lívsnervin, sum kann venda...
45 min
09 December 2025
Breddin: Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja arbeiðsvanlukkum?
Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum vegna arbeiðsvanlukku.Tað talið er nógv hægri enn í okkara grannalondum - tað er hægsta tal í Norðurlondum, og millum tey ovastu í Evropa.Talið av ikki-deyðiligum arbeiðsóhappum er eisini stórt - bara síðani mars í ár, hava Arbeiðseftirlitið og Vanlukkutryggingarráðið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsóhapp - Tað er meira enn eitt um dagin.Men hví hava vit...
47 min
05 December 2025
Breddin: Stytt arbeiðsvika
- Vitlíki er eitt, sum talar fyri, at tíðin er búgvin at stytta arbeiðsvikuna. Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum. Tað var annars hósdagin í síðstu viku, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, boðaði frá, umvegis eini sms-boð til útvarpið, at undirtøka ikki er í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. At stytta arbeiðsvikuna var eitt tað størsta vallyftið bæði hjá...
42 min
04 December 2025
Breddin: Fosturtøkumálið til endaliga viðgerð
Við teprum meiriluta var fosturtøkumálið samtykt við aðru viðgerð seint tyskvøldið - 17 atkvøður fyri og 16 ímóti. Í dag fer málið til triðju og endaligu viðgerð. Verður uppskotið um fria fosturtøku fram til og við 12. viku samtykt í dag, fáa vit eina nýggja fosturtøkulóg, sum kortini ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár. Tað kom av álvara politiskur spenningur um málið týsmorgunin, tá...
55 min